- Málið hevur verið fyri á landstýrisfundi í morgun, og har var tann leisturin, sum eg, saman við Heilsumálaráðnum og avvarandi stovnum og læknum, havi lagt, samtyktur av øllum, sigur Aksel Johannesen.
PKU og familja
PKU kortini hjá øllum føroyingum fødd eftir 1986 eru skrásett hjá Serums Institut. Og tey verða nú kannað. Øll, sum hava sjúkueyðkenni ella ættarbond út í 3. lið hjá onkrum, sum er sjúkur, verða eisini kannað ókeypis.
Øll onnur fáa eisini tilboð um kanning, men hetta verður møguliga gjørt við einum brúkaragjaldi.
Ætlanin er eisini at gera eina klinisk-genetiska vegleiðing her í Føroyum. Umframt skal eisini ein kanningarskrivstova gerast til at umsita tær kanningar, sum verða gjørdar.
- Landsstýrið hevur tikið avgerð um, at eg og Heilsumálaráðið skulu venda okkum beinleiðis til fíggjarmálaráðið og har fáa teir pengarar til vega, sum tað fer at kosta. Tað framgongur av tí uppritinum, sum er lagt fyri landsstýrið í dag, hvat tað kemur at kosta á leið. Aksel V Johannesen metir, at á núverandi og komandi fíggjarári fer hetta helst at kosta beint yvir 4 milliónir.
Læknavísundin mælir til
Tað hevur stóran týdning at vit gera tað, sum læknavísundin mælir til. Og mælt verður til, at man fyrst ger eina kanning av hvussu innihaldið er av carnetini í blóðinum. Tað er ein blóðroynd og ikki ein genkanning. Hesar blóðkanningarnar kunnu ikki gerast í Føroyum, tí verða tær gjørdar uttanlands, helst í Danmark, møguliga í Týsklandi. Nú arbeiðir Landssjúkrahúsið við at kanna prísir og kvalitet uttanlands.
Men tey, sum verða funnin, og sum verða mett at hava ov lágt karnetin innihald í blóðinum, verða send víðari til gen-kanningar. Hvar hesar verða gjørdar er ikki endalig støða tikin til. Møguliga á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, møguliga á Landssjúkrahúsinum og møguliga hjá føroyska felagnum Amplexa í Odense. Men enn er ikki endalig støða tikin til tað. Støða verður helst tikin til hetta seinni í vikuni.
Aksel V Johannesen sigur, at um kanningin kann gerast í Føroyum til ein rímiligan penga, so er tað sjálvandi tað skilabesta.
Kanningar um fáar vikur
Àðrenn kanningarnar byrja, ery nøkur ting, sum mugu koma upp á pláss. Fyrireikingarnar til kanningarnar eru í gongd, og avvarandi myndugleikar mugu leggja eina strategi um, hvussu hetta skal fara fram.
- Vit mugu eisini gera eitt átak, har vit kunna fólk um hvar tey kunnu kanna seg, og fáa tey at fara at kanna seg. So tað vera kanska einar tvær vikur inntil kanningarnar byrja. Tað hevur tó týdning at vit nú ikki handla í panikki, men at vit nú gera tað ordligt, tá vit fara í gongd, sigur Aksel V Johannesen, leggur afturat, at tí byrja kanningarnar ikki fyrr enn tað er púra klárt at fara undir hetta.
Tað verður ein klinsik-genetisk vegleiðing, sum kemur at stýra kanningunum, og tað verður helst út frá landssjúkrahúsinum at tað verður gjørt.
Tingið ger av
- Vit miðja eftir í dag -ella í seinasta lagið í morgin- at fáa eina umbøn um játtan út í fíggjarmálaráðið, og eg veit ikki hvussu skjótt teir klára at viðgera ta umbønina og fáa hana niðan í tingið, sigur Aksel V. Johannesen.
- Men í síðsta enda er tað so løgtingið, sum skal játta tað, og man veit sjávlandi ikki hvat løgtingið fer at siga. Men eg vænti, at teir fara at vera positivir og játta neyðuga peningin, so kanningarnar kunnu setast í verk, heldur landsstýrismaðurin við Heilsumálum.