Czeslaw Slania:

Gravørurin Czeslaw Slania er kendur um allan heim fyri hansara listarligu verk og tað ótrúliga ágrýtni. Hann hevur graverað meiri enn 1000 frímerki - og er hetta eitt heimsmet, sum helst ongin kemur nær.

Czeslaw Slania er føddur 22. oktober, 1921 í lítla polska býnum Czelad. Longu sum smádrongur vísti hann evnir til at arbeiða við smáum sniðum, tá hann nýtti pengaseðlar sum fyrimynd fyri tekningar hansara. Hann teknaði eisini pinkumyndir av floksfelagum og av hestum. Hann var útlærdur á Listaháskúlanum í Krakow, sum er ein av mest viðurkendu skúlunum fyri grafiska list. Meðan hann las, fekk hann arbeiði hjá polsku ríkisprentsmiðjuni, har hann arbeiddi í 6 ár.
Í 1956 flutti 35 ára gamli Slania til Svøríki, har hann fór at arbeiða fyri svenska postverkið. Hann hevur graverað frímerki fyri svenska postverkið í meira enn 40 ár. Síðan hann byrjaði at gravera fyri svenska postverkið, eru fleiri onnur lond vorðin fastir kundar hjá honum. Hann er síðan heiðraður sum kongligur gravørur í Svøríki, Danmark og Monaco, og hevur vunnið mangar virðislønir fyri tær snøggu og neyvu gravururnar. Umframt frímerki, hevur hann eisini graverað pengaseðlar, og fleiri privat verk, sum hann hevur gjørt "til stuttleika". Her kann nevnast ein røð av kendum kvinnuligum filmleikarum, og ein røð við heimsmeistarum í boksing frá 1889 til 1964.
Slania er ein fjølbroyttur listamaður. Tað sæst á teimum mongu evnunum hann arbeiðir við, sum fevna um alt frá kongaligum andlitsmyndum, og plantu- og djóraríkinum til filmstjørnur. Hann hevur enntá tíð og pláss til at seta sítt persónliga eyðkenni á tey evarska lítlu listaverkini m.a. eina keipumynd av honum sjálvum ella nøvn á vinum.
"Tað er ein fragt at myndevnini eru so fjøltáttað", sigur Slania. "Hetta ger tað meiri áhugavert at arbeiða sum gravørur. Mær dámar best at arbeiða, tá fleiri ymiskir smálutir eru í einum myndevni, so sum hestar, skýggj, ber húð ella kanska ein brosja?.. Hetta ger arbeiði deiliga fløkt, akkurát sum á mínum frímerki nummar 1000."
Czeslaw Slania graveraði tey fyrstu frímerkini, sum Postverk Føroya gav út í 1976, og hevur síðan hann í alt graverað hundrað føroysk frímerki.

Kelda: Postverk Føroya, Frímerkjadeildin