Útidysturin móti Gibraltar verður ikki leiktur í Portugal

Hesaferð loyvir FIFA Gibraltar at hava veruligan heimavøll

Í útidystinum móti Gibraltar, mánakvøldið 8. september klokkan 19.45 fær føroyska fótbóltslandsliðið ikki sama fyrimun sum Kekkia og Kroatia.

 

Kekkia og Kroatia leikti útidystirnar í okkara HM-undanbólki í Faro í Portugal. Hetta tí tað var eitt krav frá FIFA.

 

Men nú hevur FIFA snarað á einum borðiski.

 

Føroyar skulu spæla útidystin móti Gibraltar á Europa Point leikvøllinum, har Víkingur leikti móti Lincoln Red Imps fyri stuttum.

 

##med2##