Inni á Sundi á Kaldbaksfirði hava í fleiri ár ligið russiskir trolarar við kai so at siga alt árið runt. Í hesari vikuni hava ligið trý skip, og tey liggja har enn. Larmurin er eitt, men lukturin er ofta ikki tespiligur. Stór roykskýggj standa upp og leggja seg sum eitt teppi yvir allan fjørðin. Tað luktar av brendum bensini, og fari eg framvið Sundi við bili, fái eg andaneyð. Kundi hugsað mær at sett hesar spurningar fram til avvarðandi mynduleikar.
Hvussu nógv dálka teir russisku trolararnir tilsamans í Føroyskum sjógvi?
Hvussu nógv prosent er hetta av CO2 útlátinum í Føroyum, ella er hetta ikki roknað við?
Fáa vit so nógv burtur úr hesum skipum í føroyskum sjógvi, at prísurin fyri hetta ”bara” er eitt risastórt útlát av royki?
Hvar eru umhvørvismyndugleikarnir?
Hvar er Tórshavnar kommuna hesum viðvíkjandi?
Skulu havnagjøld og privat áhugamál avgera, hvussu heilsan hjá okkum og serliga okkara komandi ættarliðum skal verða?