Ein annar luttakari er 17 ára gamla, Elin Reinert Hansen av Sandi.
Henni dámar væl at syngja, og var hon m.a. við í sangbólkinum Poppkorn av Sandoynni. Nú syngur hon við Tensingkórinum í KFUM í Havn.
Hetta er fjórðu ferð hon er á sangskeiði, og aftur í ár kann hon fegnast um teir góðu sangirnar og tað góða lagið og felagsskapin, sum er millum luttakararnar.
- At fara á sangskeið er eitt tað besta upplivilsið eg havi á árinum. Tað kann vera strævið at skula syngja soleiðis einar fimm tímar um dagin. Men vit fáa eisini nógv burtur: Vit syngja saman og læra samstundis at víðka okkara rødd.
- Sangirnir eru framúr góðir, og dirigenturin dugir ómetaliga væl at fáa okkum at syngja teir soleiðis, sum hon ætlar tað, staðfest Elin.
Hon gleðir seg til konsertina leygarkvøldið – og longu til sangskeiðið næsta ár!