Eftir sjey tær seinastu ferðirnar at hava fingið fulla úrtøku, og eftir harvið at hava otað seg fram undir tvey tey ovastu plássini, skuldi TB á Sandi royna at halda fast um góðu gongdina. Tað eydnaðist akkurát ikki. B71 fekk øll stigini, og harvið datt TB eitt sindur burtur ímillum.
Hini bæði liðini, sum kappast um plássið aftanfyri B71, fingu fulla úrtøku. AB vann 20-0 á heimavølli móti VB/Sumba. Tað er størsti sigur, sum er vunnin í næstbestu deildini í ár, og ivaleyst skal tað leitast væl og leingi fyri at finna sovorðið úrslit, um tað yvirhøvur ber til at finna tað.
B71-TB
TB greiddi sín setning, sum var at halda tørn um javnleikin. Tað gjørdi TB í 90 minuttir. So kiksaði tað hjá teimum. Toppskjúttin í 1. deild, Clayton Soares, skoraði einsamalla málið, og so fegnaðust fótbóltsglaðu sandoyingarnir.
B71 var spælstýrandi mest sum alla tíðina. TB hevði nógv fólk aftanfyri bóltin, og so dúvaðu teir upp á deyðbóltsstøður, og at liðformaðurin á landsliðnum, Óli Johannesen, kanska skuldi gera okkurt. Óli hevði fína frísparksroynd, sum Símun Rógvi Hansen í B71 málinum hálvbjargaði. Dan Mortensen var fyrstur á returbóltinum, men B71 málverjin var knappur og bjargaði til horna.
Tá ið tað restaðu seks minuttir fekk B71 brotsspark. Eli Hentze royndi úr ellivu metrum, men miðvallarin Sten Sørensen, sum var farin í málið at standa, eftir at Predrag Markovic var farin skaddur av vøllinum, bjargaði ikki serliga sannførandi royndini.
So bendi alt á javnleik. B71 trýsti og trýsti, og í evstu løtu fingu teir málið. Rasmus Nielsen gyppaði móti málinum, málverjin fekk fingrarnar á, men bólturin fór á tvørtræið og út til Clayton Soares, sum takkaði fyri, og harvið vóru øll stigini eftir á Sandi.
KÍ-SÍ
Hjá sørvingum hevur tað leingi ikki gingið væl. Tað sá kortini ikki verri enn ilt út, tá ið teir fóru at hvíla seg í Klaksvík, tí tá var málleyst.
Eftir steðgin var ferðin framvegis lítil, men tá vórðu sjey mál skorað. Hans Michael í Mittúni stútaði KÍ framum 1-0 eftir horna úr vinstru. Marcello Marcelino javnaði eftir innlegg úr vinstru, men so var aftur galið hjá SÍ í hornasparksstøðu. Aftur var skotið úr vinstru, og hesa ferð var tað ungi verjuspælarin Ari Samson, sum var blankur, tá ið hann setti høvdið undir bóltin. Í báðum førum var tað unglingaspælarin John Hammer, sum legði horna væl innfyri til illa ansaðu KÍ spælararnar.
Julian Samuelsen var spældur púra leysur, so hann kundi økja til 3-1. Jens Erik Rasmussen fekk spenning í aftur, tá ið hann fekk úrtøku burturúr brotssparki, men vónin hjá sørvingum minkaði aftur, tá ið Jóannes Larsen við fínum fløtum skoti uttanvert brotssteigin og dygst inn við stólpanum økti til 4-2.
Bogi Selfoss minkaði um munin til 4-3 eftir uppspæl í vinstru. Sørvingar fóru úr Klaksvík við ongum, og harvið kundu teir staðfesta, at tað ikki var nóg mikið, at teir høvdu skorað trý mál. Mistøkini í hinum endanum høvdu aftur hesa ferð kostað nógv.
Royn-FSVágar04
Hvalbingar spældu av lívsins kreftum, og tað var ikki so langt frá, at teimum eydnaðist at fáa stig móti FSV04, sum hevur havt tríggjar og nú hevur tveir fyrrverandi Royn spælarar á liðnum.
Stórir tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Regin Thomsen eftir fínt uppspæl legði Royn á odda. Miðskeiðis í 1. hálvleiki var annar av hvalbingunum í FSV04, Gisli Sveinbjørnsson, feldur av Poul Poulsen. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og tað setti Hilmar Sveinbjørnsson, sum er ættaður úr Hvalba og spælir við FSV04, í kassan.
Sigursmálið fekk FSV04 stutt eftir steðgin. Elfinn Ørvarodd krúllaði seg leysan í høgru, og eftir neyvt innlegg inn fyri málið stýrdi Sonny Johansen hegnisliga í kassan. Tað gekk javnt fyri seg, men tað komu ikki fleiri mál, og so fekk FSV04 fyri aðru ferð á rað fulla úrtøku.
AB-VB/Sumba
Sambært skipanini skuldi henda uppgerðin havt verið á Vágseiði. Men VB/Sumba møtti ikki á Argjum fyrr í summar. Tí varð heimavøllurin fluttir til AB. At VB/Sumba ikki møtti fyrr í summar komst av, at teir ikki megnaðu at manna lið. Hesa ferð vóru teir tólv í ferðalagnum norður um. Úrslitið bendir á, at teir heldur ikki hesa ferð vóru mannaðir!
At AB megnaði at halda dampinum uppi alla tíðina og skora tjúgu mál mundi vera fyri eisini at fáa tey málini, sum argjamenn ikki fingu høvi at gera, tá ið teir fyrru ferðina skuldu havt spælt á heimavølli móti VB/Sumba.
Úrslitið undirstrikar, at tað stendur einki serligt til í næstbestu deildini. Spurningurin er, um feløgini og FSF ikki skuldu vent aftur til skipanina, har tað ikki er málmunurin, men úrslitini í innanhýsis dystunum, sum er avgerandi, um tað stendur á jøvnum í stigum. Tað er í hvussu so er harmuligt, um tað verða sovorðin úrslit, sum fara at gera av, um tað verður annað ella hitt felagið, sum fer at vinna uppflytingina.
LÍF-HB
Tá ið tað var hálvleikt í góðveðrinum í Leirvík leygardagin bendi einki á, at heimaliðið skuldi megna at halda tørn í kappingini um at flyta upp. HB var frammanfyri 2-0, og HB hevði havt nógv teir flestu málmøguleikarnar. Eitt nú høvdu teir bóltin á tvørtrænum.
Krzystof Popczynski setti hol á, tá ið hann eftir lítið korter kom inn frá vinstru og smekkaði bóltin inn við handara stólpanum. Á hálva tímanum økti Uni Arge til 2-0, tá ið hann rann seg leysan av verjuni. Tróndur Vatnhamar hevði sent langt fram, og miðvallarin Høgni M. Joensen hevði snittað víðari við høvdinum.
LÍF spældi í 1. hálvleiki upp á treytirnar hjá HB. Ovi Nysted og Andreas Lava Olsen ansaðu Una Arge og Popczynski, og Hans Fróði Hansen var aftasti maður. Eftir steðgin spældi LÍF upp á sínar treytir, og tað eydnaðist væl. HB ætlaði at savna seg um at halda tætt fyrsta korterið eftir steðgin, men í tí dumpaðu teir.
Tá ið 58 minuttir vóru farnir hevði LÍF skorað trý mál og harvið lagt seg á sigurskós. Hans Fróði Hansen stútaði eftir horna úr vinstru til 1-2, Adrian Joensen javnaði til 2-2, eftir at hann var fyrstur á returbólti, og Sølvi Vatnhamar skoraði triðja málið. Hann var púra leysur við handara stólpan, eftir at Magnus Skoralíð, sum mundi vera ein tann eyðsýndasti hjá LÍF, í vinstru hevði sneitt framvið fleiri, áðrenn hann legði innfyri.