Amerikanski fótbóltsdómarin Jerry Sandusky, sum herfyri varð dømdur millum 30 og 60 ára fongsul fyri kynsligan ágang ímóti fleiri freingjum, hevur gjørt av at royna málið í einum hægri rætti.
Verjararnir hjá Jerry Sandusky siga, at teir fingu alt ov stutta tíð til at fyrireika seg til rættarmálið. Teir krevja tí, at dómurin verður settur úr gildi, og at málið skal ganga umaftur við teirri grundgeving, at tann ákærdi fekk ikki tann møguleika at verja seg, sum lógin gevur honum.
Jerry Sandusky, sum er 68 ára gamal, hevur verið fótbóltsvenjari hjá lærda Penn State-háskúlanum. Í juni varð hann dømdur fyri at hava gjørt seg inn á 10 dreingir fleiri ferðir, og fyrr í hesum mánaðinum varð revsingin ásett til millum 30 og 60 ára fongsul.