Ronnie Samuelsen var í øðini, tá Lars Müller hevði bríkslað fyri seinastu ferð á Streymnesi.
- Hatta fullkomuliga oyðileggur dystin fyri okkara viðkomandi. Fyrst fáa teir eitt mál forerandi, og so fær Hans Pauli eisini reytt kort. Tað kostar so leikbann til hansara, og tað svíða vit fyri. Men mín meining er so, at ein slíkur dómari sjálvur skuldi fingið leikbann í fleiri dagar, segði Ronnie.