Ódámlig einskiljing lúrir

Fólkaflokkurin hevur sum mál at einskilja (privatisera) almennar stovnar ella almennar fyritøkur.

Í summum førum kann tað vera skilagott, men í øðrum førum er tað heilt burtur við at einskilja. Hóast grundgevingin at einskilja ofta tykist dekan ov tunn, hevur henda stevna kortini eina ávísa undirtøku, hóast slíkar einskiljingar ofta eru í andsøgn við ta samhaldsføstu hugsjónina. Tí kann tað undra, at tjóðveldisveljarar, sambært veljarakanning hjá Gallup í Fregnum, eru so altráðir eftir at einskilja almennar fyritøkur. Kann hetta vera íkomið eftir at nýggj leiðsla hevur tikið við í flokkinum? Løgið um so er, tí sama leiðsla sigur seg ganga inn fyri tí samhaldsføstu hugsjónini.

Nú vil Fólkaflokkurin aftur sleppa at einskilja Húsalánsgrunnin. Peningurin sum kemur inn fyri søluna ? kanska einar 3-400 mió.kr. ? skulu brúkast til at gjalda niður uttanlandsskuldina hjá landskassanum. Tað er sjálvandi gott at fáa uttanlandsskuldina niður, men hon verður, sum er, goldin niður eftir fastari avtalu og hon er minkað nógv. Tí má staðfestast, at Húsalánsgrunnurin er alt ov virðismikil at selja fyri at minka uttanlandsskuldina meira.

Sjálvandi ber altíð at umrøða spurningin, hvønn leiklut Húsalánsgrunnurin hevur í dag. Men vit skulu ikki longur enn eini 15 áraftur í tíðina, tá eingin fekk eina húsafígging at hanga saman uttan lán úr almenna grunninum. Síðani er tað hent, at bankin og sparikassin hava verið á tremur við pengum. Fyri at fáa fleiri viðskiftafólk í sín bás, hava teir bjóðað teimum »góðu« viðskiftafólkunum heildarfígging. Tað hevur merkt, at grunnurin er drenaður fyri lán og viðskiftafólk.

Men nøkur túsund eru eftir og sambært seinasta roknskapinum eru lánini hjá grunninum tilsamans, hóast alt, millum 300 og 400 krónur. Vit kunnu spyrja, um hesir lænararnir ikki eru nóg góðir hjá hinum peningastovnunum ? kanska fólk á bygd við minni fastari inntøku? Tann spyr, sum ikki veit!

Fer Tjóðveldisflokkurin eisini í hesum máli at lata Fólkaflokkin draga seg eftir knøðunum, so verður á hesum stað mælt til, at grunnurin fer fyri hægstbjóðandi og at peningurin í staðin fer í Íbúðagrunnin. Her kann peningurin koma væl við, tí alt fleiri vilja hava eina íbúð at búgva í. Í vár kom eisini fram, at við verandi lóggávu ber slettis ikki til at byggja leiguíbúðir, og tí má nýhugsan til á hesum øki.

Men gongur Tjóðveldisflokkurin við til at avreiða Húsalánsgrunnin til bankan ella sparikassan, so eigur flokkurin at gera sær greitt, at tá missir tað almenna eitt rættiliga týðandi stýringsamboð á húsamarknaðinum. Sethúsarentan er lág í dag, og tá bankafólk hava fílst at lágu rentuna hjá Húsalánsgrunninum, kunnu vit ímynda okkum, at rentulegan óivað hevði verið hægri, um Húsalánsgrunnurin, tilvitað ella ikki, royndi at halda rentuleguni so langt niðri, sum hon er í dag.