Ódámligi lands­poli­tikk­urin skal ikki framat í Havn

Borgarstjórin í Havn sig­ur greitt, at Javn­að­ar­flokkurin vil halda fram við sam­star­v­i­num við Tjóð­veldi. Jógvan Arge sig­ur, at Tjóðveldi er far­ið til val upp á tað, tey hava av­rik­að saman við Javn­að­ar­flokk­i­num

Føroyskir politikarar tora vanliga ikki framman undan einum vali at boða frá, hvørjum teir fara at samstarva við aftan á valið. Soleiðis er tað bæði í landspolitikki og í lokalpolitikki.

Samgongan í Tórshavnar býráð stendur - sambært velj­ar­a­kann­ingini sum Sosialurin kunngjørdi mán­a­dagin - til at fáa framgongd til­sa­mans. Javnaðarflokkurin stend­ur til at ganga 3,8 prosentstig fram, meðan Tjóðveldi gongur 2,1 pro­sentstig aftur. Báðir flokkar standa til at varðveita síni um­boð.
Tað merkir, at Javn­að­ar­flokk­ur­in varð­veit­ir síni fimm umboð, með­an Tjóðveldi varðveitir síni fýra umboð, sum flokkurin fekk á sein­asta vali. Men síðani tá er fyrst­valdi býráðslimurin, Bogi Andr­e­asen, farin úr Tjóðveldinum og upp í Fólkaflokkin. Kortini stend­ur Tjóðveldi til at varðveita øll um­boðini.
Vit hava spurt Heðin Mort­en­sen, borgarstjóra og Jógvan Arge, býráðslim fyri Tjóðveldi, um flokk­ar­nir hava bundið seg til samstarv eft­ir valið.
Men tað hava teir ikki. Í øllum før­um ikki formliga.
– Vit vilja fegin binda okkum til at sam­starva við Tjóðveldi, og vit bíða bara eftir teimum. Men vit fáa einki svar, sigur Heðin Mort­ensen.
Jógvan Arge er ikki eins greið­ur, hóast hann kemur við ábendingum:
– Vit eru farin til val upp á avrik og ætlanir, sum vit hava framt og lagt saman við okkara samgongufelaga í átta ár, Javn­að­ar­flokk­inum. Vit staðfesta, at sam­gongan øll hevur stóra undirtøku mill­um borgararnar í Tórshavnar komm­unu. Vit leggja okkum fyrst og fremst eftir at fáa øll fýra um­boðini í hús, sum tykkara velj­ar­a­kanning bendir á, at vit fara at fáa, tí vit meta, at eitt sterkt Tjóð­veldi í Tórshavnar býráð er besti gar­ant­ur­in fyri, at tíðarinnar ódámligi lands­pol­itikkur ikki sleppur fram at ræð­inum í Tórshavnar býráð.
Um »tíðarinnar ódámligi lands­poli­tikkur« er politikkurin hjá Fólka­flokkinum, so kann hend­an útsøgnin hjá Jógvan Arge tulkast sum, at Tjóðveldi og Fólk­a­flokk­ur­in í hvussu so er ikki fara at skipa samgongu, og so er bara tann eini møg­u­leikin, at sitandi samgonga held­ur fram.
Men seks dagar eru eftir til val­ið, og nógv kann broytast upp á ta tíð.
Sum vit hava víst á áður, so er tað vanligt, at samstarvsflokkurin hjá borg­ar­stjóranum í Havn gevur honum knvín í ryggin. Tað hendi í 1996, í 2000 og í 2004 – men ikki í 2008.
Alt­er­n­a­tiva samgongan hesa­ferð kundi verið millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.