Dómur fellur væntandi í dag

Verjar vænta dóm í dag í landsrættarmálinum um morðið á Birnu Brjánsdóttir.

Í dag, fríggjadag, fellur væntandi dómur landsrættinum í Reykjavík í málinum um morðið  á Birnu Brjánsdóttir, har Thomas Møller Olsen úr Grønlandi er ákærdi.

 

 

Hetta skrivar Sermitsiaq.ag í dag.

 

 

Thomas Møller Olsen varð kendur sekur og fekk 19 ára fongsulsrevsing í september í fjør, men Thomas Møller Olsen helt fast við, at hann er ósekur, og kærdi dómin.

 

 

Verji hansara ætlar at vísa á fleiri ivamál í tí, sum løgreglan er komin fram til. Verður ákærdi funnin sekur, tó at verjin ikki væntar tað, so ætlar verjin at royna at fáa linari revsing.

 

 

Tað var í fjør, at 20 ára gamla íslendska kvinnan hvarv, og seinni varð funnin deyð, og løgreglan kom fram til, at helst hevði hon verið í bili saman við tveimum grønlendskum monnum, ið lógu við bryggju í Reykjavík við grønlendskum tolara, har ein partur av manningini eru føroyingar.

 

 

Annar grønlendski maðurin slapp leysur, men Thomas Møller Olsen fekk dóm í málinum, sum nú skal viðgerast í landsrættinum í Reykjavík, sambært Sermitsiak.