Dómurin verður ikki kærdur

Anders Behring Breivik fer ikki at kæra dómin, sum hann fekk í rættinum í Oslo. Í dag eru 14 dagar, síðani dómurin fall og sostatt seinasta freist ar kæra, men ein av verjunum, Tord Jordet, sigur við Netavisen, at Breivik kærir ikki dómin.

Tað merkir kortini ikki, at verjarnir eru lidnir við Breivik-málið. Tor Jordet sigur, at tey eru framvegis til reiðar við løgfrøðiligari hjálp, og harafturat skulu tey kanna ymiskt, sum løgreglan hevur lagt hald á.

Í rættinum varð Anders Behring Breivik dømdur 21 ára forvaring fyri bumbuálopið í Oslo og drápini á Utøya tann 22. juli í fjør.