Dánjal fingið sáttmála í Týsklandi

Føroyski tónleikarin Dánjal á Neystabø hevur í dag undirskrivað umfatandi sáttmála við týskt plátufelag, sum í næstum fer at geva fløgu hansara út í 11 londum. Á heysti 2008 kom fløgan ?The Palace? hjá Dánjal á Neystabø út í Føroyum. Fløgan gjørdist væl umtókt kring oyggjarnar, og nú hevur hon eisini vunnið frama í útlondunum.

Úr Týsklandi hevur Dánjal áður fingið bjóða plátusáttmála, men ongan, sum var nøktandi fyri unga føroyingin. Nú hevur tað eydnast honum at fáa ein sáttmála, sum lúkar øll krøvini, og fløgan ?The Palace? verður í næstum útgivin í Týsklandi, Sveis, Eysturríki, Hollandi, Belgia, Luksemborg, Fraklandi, Bretlandi,

Italia, Turkunum og Spania.

 

- Seinastu tvey árini havi eg arbeitt við mínum egna tónleiki sum komponistur og rithøvundur. Eftir at The Palace kom út, fekk eg eina avtalu við eitt týskt booking felag, og sum úrslit av hesum samstarvi havi eg verið á trimum konsertferðum í Týsklandi, sigur Dánjal á Neystabø, sum fegnast um, at tað umsíðir hevur eydnast at fáa eina góðan sáttmála í hús.

 

Ætlanin hjá týska plátufelagnum er ikki bert at geva ?The Palace? út á nýggjum ? ætlanin er eisini, at Dánjal skal útgeva enn eina fløgu á vári 2010.

 

-Í sáttmálanum stendur, at tey útgeva fløguna ?The Palace? í vár og eina fløgu aftur næsta vár. Tað vil siga at eg má fara í holt við miðvíst at arbeiða við komandi fløguni. Av tí at mín tónleikur altíð hevur til endamáls at ganga nýggjar leiðir og at vera nýskapandi, er tað sera tíðarkrevjandi og avbjóðandi arbeiði, sigur Dánjal á Neystabø.

 

Dánjal skal í næstum á konsertferð í Týsklandi, men í hesum døgum er hann í Føroyum og leygarkvøldið komandi fer Dánjal at framføra í Sjónleikarhúsinum í Havn klokkan 21.00.