Dánjal umhugsar Ísland

Orkubumban á ÍF liðnum, Dánjal á Lakjuni, hevur seinastu vikuna verið og royndarvant í næstbestu deildini í Íslandi. Talan er um felagið Leiknir.

Dánjal á Lakjuni hevur verið ein lyklaleikari hjá ÍF í nøkur ár, og hevur eisini spælt á U21 landsliðnum.
Hann hevur ikki fingið bjóðað sáttmála enn, men felagið hevur áhuga í at fáa kvika vongin og hevur lovað at venda aftur heilt skjótt. Sjálvur hevur Dánjal á Lakjuni hug at royna okkurt nýtt um hann fær møguleikan at spæla í Íslandi, men hann hevur bæði sáttmála við ÍF og lærusáttmála í vanliga starvi sínum.