Borgarafundur var í Runavík í gjár, har evnið var dagtilhaldini. Fólk vóru møtt av Eiði til Klaksvíkar, og hóast nógvan kava vóru eini 100 fólk í skúlanum við Løkin, har fundurin var hildin.
Øll vóru á einum málið um, at dagtilhaldini ikki kunnu skerjast, tí tað er ein sera týdningarmikil partur av lívinum hjá teimum eldru. Lækni vísti eisini á, at tað er ein góður liður í fyribyrgjandi viðgerð fyri tey eldru, so tey í longri tíð kunnu vera heima, sum kanningar vísa, at fólk helst vilja.
Tað var í hesum sambandið, tað kom fram, at stuðulin, ið hevur verið latin til dagtilhaldini, er tað sama, sum eini fýra røktarheimspláss kosta. Tí kann sigast, at prísurin fyri at skerja dagtilhaldini er stórur, tá tað eru nógv fleiri eldri, ið fáa gleði av dagtilhaldunum, og tí at dagtilhaldini syrgja fyri, at fólk hava møguleika at vera heima í longri tíð.
Skryktu teppið undan
Øll á fundinum vóru samd um, at tað var ein løgin loysn, sum landið valdi, tá tað skerdi stuðulin til dagtilhaldini.
Í septembur var seinasta freist at søkja stuðul til tilhaldini, men í desembur komu boðini, at ongin stuðul kom til dagtilhaldini. Tí kenna kommunurnar, at teppið er skrykt undan virkseminum hjá tilhaldunum, og tað brádliga var ónýtilig orka at søkja um stuðul til tilhaldini.
Hetta var aftaná, at kommunurnar skuldu lata fíggjarætlanina inn, og tí var somuleiðis torført hjá kommunum at gera nakað fyri at gjalda fyri tilhaldini sjálvar.
Eisini søgdu kommunalpolitikarar, at teir hava torført við at gera nakað, tí so góðtekur mann háttin hjá landinum at skipa sítt virksemi, og tað halda kommunurnar ikki vera í lagið.
Hinvegin vilja kommunurnar fegnar hava fleiri uppgávur frá landinum, men tær vilja hava ein posa av peningi at fylgja við, samstundis sum skiftið verður gjørt á ein skipaðan hátt.
Øll á fundinum, eisini landspolitikararnir, vóru samd um, at kommunurnar, ið hava styttri til fólkið, og tí kunnu loysa uppgávuna betri.
Professionel fólk
Fólk vóru somuleiðis á einum máli um, at tað helst skal vera ein persónur, ið beinleiðis er knýttur at dagtilhaldinum, tí tað merkir, at brúkararnir av tilhaldinum ikki eisini skulu syrgja fyri, at tilhaldið er í gongd.
Hetta meta fólk vera týdningarmikið, tí so hava brúkararnir av tilhaldinum meira orku til sín sjálvs, og vera tí frískari.
Arbeiða víðari
Fyri kortum kom fram, at Runavíkar kommuna hevur í hyggju at finna eina loysn, sum ber í sær, at bert eitt dagtilhald verður í kommununi. Tað, sum er ætlanin, er, at kommunan kannar møguleikan, sjálv at gjalda fyri dagtilhaldini.
Eftir fundin sýntist tað, at fólk vóru eitt sindur greiðari yvir støðuna, og á onkran hátt vóru eitt sindur minni frustreraði av støðuni.