Klokkan 9 í morgun okkara tíð fer rætturin í Oslo undir at kunngera dómin í málinum ímóti Anders Behring Breivik. Tann stóri spurningurin undan rættarfundinum er, hvørt dómararnir meta, at Breivik var við sítt fulla vit, tá hann framdi illgerðir sínar ella ikki. Ákæruvaldið vil hava rættin at staðfesta, at Breivik var ikki við sítt fulla vit tann 22. juli í fjør, meðan verjarnir vilja hava rættin at siga tað øvugta.
Sjálvur hevur Breivik sagt, at kemur rætturin til ta niðurstøðu, at hann var ikki við sítt fulla vit, kærir hann dómin alt fyri eitt. Kemur rætturin til ta øvugtu niðurstøðuna, kærir hann hinvegin ikki dómin.
Kemur rætturin til ta niðurstøðu, at Anders Behring Breivik var ikki við sítt fulla vit, tá hann framdi sínar yvirgangsatsóknir, kann hann í prinsippinum fáa lívlangan viðgerðardóm. Men ein tílíkur dómdur merkir, at málið skal roynast av nýggjum um trý ár og síðani á hvørjum ári. Verður tað so staðfest, at hann er frískur, skal hann latast leysur.
Ein heldur óvanlig grein í teirri norsku lóggávuni ger, at fær Breivik viðgerðardóm, har hann fær álagt sálarliga viðgerð, kann hann verða fluttur í eitt fongsul, um sálarfrøðingarnir meta hann frískan.
Ein annar møguleiki er, at Breivik fær ein sokallaðan "forvaringsdóm". Ein slíkur dómur verður endurskoðaður, tá 21 ár eru farin, og síðani kann viðkomandi dømast fimm ára fongsul so leingi, tað verður mett neyðugt. Sostatt kann Breivik, um hann fær ein slíkan dóm, verða sitandi í fongsli alt lívið.
Fær hann harafturímóti ein vanligan fongsulsdóm, kann hann eftir norskari lóg fáa í mesta lagi 21 ára fongsul. Verður hann dømdur sekur í yvirgangi, kann hann undir ongum umstøðum sleppa út, fyrr enn tey 21 árini eru farin, men hinvegin kann revsingin heldur ikki leingjast.
Tann seinasti møguleikin er, at Anders Behring Breivik verður fríkendur, men tann møguleikin tykist rættiliga fjarur.