Í dag fer "Mor Utøya" til gravar

Í gjár fóru 18 offur frá yvirganginum í Noregi tann 22. juli til gravar, og í dag verða 32 afturat jarðað ymsastaðni kring landið. Tann yngsti, sum fer til gravar í dag, er 14 og tann elsti 51. Millum teirra, sum verða jarðað í dag, er tann 45 ára gamla Monica Elisabeth Bøsei, sum skipaði fyri ungdómsleguni á Utøya í samfull 20 ár, og sum tí ofta bleiv umrødd sum "Mor Utøya".

-Fyri mong okkara var hon Utøya. Nú er hon deyð. Skotin og dripin, meðan hon gav teimum ungu úr øllum landinum trygd og gleði, segði norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, undir einum minningarhaldi stutt eftir hópdrápið.

Monica Elisabeth Bøsei tosaði við Anders Behring Breivik umborð á bátinum til Utøya. Hon fekk illgruna til hansara og bleiv tí eitt av hansara fyrstu ofrum.