Mann kann gera sær sínar hugsanir um, hvat Skálafjørðurin verður fyri eitt øki, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Tað fer ikki bara at hava ávirkan á fólkatalið og bústaðarmarknaðin, men eisini handilslívið, ferðsluna og dámin av økinum, nú tað verður so stutt at koyra millum høvuðsstaðin og norðaru-eystaru helvt av Føroyum.
Men um økið verður so attraktivt, hví eru tað so kortini fleiri, ið selja síni hús og sínar íbúðir á Skálafjørðinum? Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, hevur í Vikuskiftis Sosialinum eitt boð uppá hví.
- Hugburðurin hja føroyingum er broyttur. Í dag flytir mann eftir tørvi, har eitt nú arbeiðsmarknaðurin hevur nógv at siga. Vil mann tættari uppá onkrastaðni, so flytir mann bara. Tað gjørdu fólk ikki fyrr - tá keypti mann sær hús, og so búði mann har. Mann er meira mobilur í dag enn tá, sigur Kára á Dunga, sum meinar, at bíligi prísurin eystaramegin tunnilin ger tað enn lættari at vera mobilur.
- Tað er eina heila millión bíligari á Strondum og í Runavík enn í Havn. Mann fær nógv fyri pengarnar, tá mann keypir har, og tí eru fólk heldur ikki so bangin fyri at prøva tað av. Riggar tað ikki, so býr mann har bara í eina tíð, inntil mann roynir eydnuna onkra aðrastaðni, sigur hon.
Hon leggur eisini merki til, at fleiri fólk selja hús, sum tey hava arvað.