Í dag, 5. oktober, fyllir Argja skúli fimmti. Olaf Petersen var fyrsti lærari á skúlanum, tá skúlin byrjaði fyri hálvtrýss árum síðani.
Í gjár hátíðarhildu næmingarnir dagin saman við lærarunum. Byrjað varð við, at Ásmundur Johannesen, sum var ein av teimum báðum fyrstu lærarunum á skúlanum, kom og fortaldi eitt sindur um skúlan tá. Eisini var Sólrún Michelsen og fortaldi næmingunum, hvussu tað var at vera næmingur á Argja skúla fyrr. Sólrún er sjálv gamal næmingur av skúlanum.
Síðani fóru allir næmingarnir út í skúlagarðin. Øll vóru í hvítari blusu ella troyggju, og síðani gjørdu tey eitt 50-tal í skúlagarðinum.
Sunkist, kakao, bollar og lagkøka var til næmingarnar.
Nakrir næmingar upptraðkaðu og spældu ymiskt, og eisini var Jóhan í Kollafirði á vitjan á skúlanum.
Í dag er gamli skúli opin frá 10 ? 14. Har er høvi at síggja gamla skúlan, gamlar skúlamyndir og myndir av skúlaflokkum. Eisini verður drekkamuður til tey vitjandi.
Sosialurin ynskir Argja skúla hjartaliga tillukku við føðingardegnum.