Í dag hevði Obama vunnið

Hevði forsetaval verið í USA í dag, hevði Barack Obama fingið fýra ár afturat í Hvítu Húsunum, sama um republikanararnir høvdu stillað Rick Santorum ella Mitt Romney upp ímóti honum. Tað vísa fleiri meiningakanningar, sum fjølmiðlarnir hava kunngjørt.

Hjá Obama og demokratunum man tað vera serliga hugaligt at lesa kanningarúrslitið hjá tíðindastovuni AP. Eftir teirri kanningini hevði Obama fingið 53 prosent av atkvøðunum og Rick Santorum 43 prosent, um valið hevði staðið millum teir báðar. Stóð valið harafturímóti ímillum Obama og Mitt Romney, hevði Obama vunnið við 51 prosentum ímóti 43.

Munurin er eitt sindur minni í øðrum kanningum, men felags fyri allar er, at Obama hevði vunnið, um forsetavalið var nú.

Tann stóri spurningurin er, hvør verður forsetavalevni hjá republikanarunum. Av teimum republikonsku veljararunum vilja 33 prosent hava Santorum, og 32 prosent vilja hava Romney.