Talið av deyðum aftaná álopið í Bagdad vaksur støðugt
Álopið sum fór fram í irakiska høvuðsstaðnum í nátt hevur kravt minst 125 mannalív. Tað er greitt, nú skjótt eitt samdøgur er liðið, síðan bumban brast. Hetta skrivar BBC.
Bretska heimasíðan skrivar eisini, at tað eftir øllum at døma var ein bilbumba sum brast í vælvitjaðu økinum Karrada í Bagdad. Í økinum búgva flest shia-muslimar, men býurin var fullur av gestum sum feiraðu Ramadan eftir sólsetur.
Umframt tey 125 sum hava latið lív, eru í øllum førum 150 menniskju særd av álopinum, sum IS hevur tikið ábyrgdina av. BBC vísir her eitt sjónband sum er upptikið stutt eftir ógvusliga álopið í Bagdad.
Sjey á lop og 499 dripin í ár
Í ár hevur IS staðið fyri ágangi sjey ferðir í irakiska høvuðsstaðnum. Eitt yvirlit hjá BBC vísir, at í alt 499 menniskju hava latið lív í Bagdad í ár undir atsóknunum hjá IS.
9. juni 2016: Tvær sjálvmorðsbumbur drepa 30 menniskju Bagdad
17. mei 2016: Fýra bumbur drepa 69 menniskju í Bagdad
11. mei 2016: Bilbumbur drepa 93 menniskju í Bagdad
1. mei 2016: Tvær bilbumbur drepa í øllum førum 33 menniskju í Samawa
26. mars 2016: Sjálmmorðsbumba drepur 32 menniskju í einum fótbóltsdysti í Iskandariva
6. mars 2016: 47 menniskju lata lív tá ein óljutangi brestur í Hilla
28. februar 2016: Tvær sjálvmorðsbumbur drepa 70 menniskju í Sadr