Dagføringar á Sýnini krevja serlig atlit

- Fram til jólar hava vit ikki møguleika at taka fólk inn til umlætting og rehabilitering á Sýnini, sigur stjórin í Vesturvón.

Á Røktarheiminum á Sýnini í Vágum eru tey farin í holt við at umvæla vesini hjá búfólkum, sum búgva á Sýnini.

 

- Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum at fingið dagført vesini, soleiðis at tey eru tíðarhóskandi. Nú er tíðin komin, og er hetta arbeiðið so spakuliga byrjað.

 

Tað sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri á Vesturvón. Hon væntar, at tað fer at ganga ímóti sumri, áðrenn øll vesini á heiminum eru liðugt umvæld.

 

- Meðan arbeiðið fer fram, er neyðugt at gera serlig atlit, og eisini verður neyðugt at avbyrgja kømur hetta tíðarskeið.

 

Stjórin vísir á, at hetta fer at hava við sær, at tænastan til umlættingar og rehabiliteringar verður skerd.

 

- Vit vita tíverri ikki við vissu í løtuni, hvussu stór ávirkanin verður frameftir, men fram til jólar hava vit ikki møguleika at taka fólk inn til umlætting og rehabilitering.

 

Jóngerð M. Nielsen leggur aftrat, at vónandi kunnu øll vísa vælvild og síggja fram til, at øll vesini á Sýnini verða nýggj og tíðarhóskandi.