Sáttmálatræta
Tað er nú nógv, sum bendir á, at dagrøktarmammur um alt landið fara at leggja arbeiðið niður heilt skjótt.
Tað sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Hetta er ein avleiðing av, at Fíggjarmálastýrið ikki vil góðkenna sáttmálarnar, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt við fleiri kommunur um dagrøktarar.
Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt sáttmála við Kollafjarðar Kommunu, Hósvíkar Kommunu, Sjóvar Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu, Vágs Kommunu, Tvøroyrar Kommunu, Runavíkar Kommunu, umframt við Kommunala Arbeiðsgevarafelag, sum í hesum máli umboðar 21 kommunur.
? Men síðani er tað hent, at ein fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum noktar at góðkenna sáttmálarnar, fyrrenn ymsar broytingar eru gjørdar, sigur Ingeborg Vinther.
Hetta hendir, hóast leiðarin á lønardeildini og landsstýrismaðurin áður hava góðkent summar av hesum sáttmálum, uttan at nevna nakað um summar av hesum broytingum.
Ein broyting, sum fulltrúin í Fíggjarmálastýrinum nú krevur, er, at 1. mai, skal ikki vera frídagur, sum avtalað er í sáttmálanum. Harumframt krevur hann, at lønin, sum er avtalað í sáttmálunum, skal lækka úr 2.947,37, niður í 2.773,67 fyri hvørt barnið.
Hetta skilir Føroya Arbeiðarafelag ikki, tí áður hava leiðarin á lønardeildini og fíggjarmálaráðharrin sjálvur góðkent sáttmálarnar, sum vórðu gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag og ávikavist Kollafjarðar og Hósvíkar Kommunu.
Einasta viðmerking var, at tað var óheppið, at 1. mai var frídagur. Hinvegin varð onki samgt um sjálvt lønarlagið.
Kanna møguleikarnar at stevna
Føroya Arbeiðarafelag góðtekur ikki slíka tilvildarliga umsiting og krevur nú at fáa svar frá landsstýrismanninum sjálvum.
Felagið hevur tí skrivað Karsten Hansen bræv, har tað biðjur um eina frágreiðing.
Tey vísa á, at framferðin hjá fíggjarmálastýrinum fer helst at føra til, at dagrøktararnir fara í arbeiðssteðg.
? Men tað má Fíggjarmálastýrið bera ábyrgdina av.
Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur biðið sakførara sín kanna møguleikarnar fyri at stevna fíggjarmálastýrinum fyri at leggja seg út í lønarlagið í sáttmálanum.
? Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur heimild til, tí tað er einans tann ósakliga uppíleggingin frá Fíggjarmálastýrinum, sum førir til, at tað kemur so langt.
? Vit krevja samstundis, at fíggjarmálastýrið góðkennir sáttmálarnar, tí lønardeildin hevur ikki ført fram eina einastu sakliga grund fyri ikki at góðkenna teir, sigur Ingeborg Vinther.
Slaka ikki
Ingeborg Vinther sigur, annars, at Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at slaka í hesum máli.
? Tað kemur ikki uppá tal, at vit fara at gera verri sáttmálar bara tí at Fíggjarmálastýrið leggur seg út í viðurskifti, sum tað ikki hevur heimild til, sigur hon.
? Tað kemur ikki uppá tala at lækka lønirnar, ella at avtaka 1. mai sum frídag. Vit fara ikki at gera ein sáttmála verri, sum longu er undirskrivaður, sigur Ingeborg Vinther.
Hon leggur afturat, at hendan ósemjan skal avgreiðast skjótt
Sí annars lesarabræv frá Føroya Arbeiðarafelag aðrastaðni í blaðnum.