Dagurin í dag

Í dag er hósdagur 22. desember.

 

Dagurin eitur Japetus, ið er ókent halgimenni. Gitt verður, at hann hevur navn eftir Jafeti, soni Nóa.
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).

 

Hendingar henda dagin:

 

- 22. desember í 1982 var tangaskipið Cape Island latið reiðarínum Global Chemical Tankers. Felagið var føroyskt felag, ið bygdi kemikaliutangaskip fyrst í 80unum. Felagið fór seinni á húsagang og nógvir íleggjarar mistu pening.

 

Hendingar uttanlands:

 

- Henda dagin í 1990 bleiv Lech Walesa, fyrrverandi fakfelagsformaður og vinnari av Nobel friðarheiðurslønini, svorin í eið sum forseti í Póllandi. Hetta var fyrstu ferð eftir seinna heimsbardaga, at ein, ið ikki var kommunistur, gjørdist forseti í Póllandi.

 

- Henda dagin í 1989 var dagurin tá stjórnin hjá Nicolae Ceausescu fall, tá herurin í landinum tók part í stríðnum saman við andstøðingunum í landinum.

 

- 22. desember í 1808 bleiv fimta symfoni eftir Beethoven fyrstu ferð spæld í Wien.

 

Føðingardagar:

 

- Robin (1949-2012) og Maurice Gibb (1949-2003), limir í bólkinum Bee Gees.

 

- Ted Cruz (1970), senatorur fyri Texas og fyrrverandi forsetavalevni fyri republikanska flokkin.

 

Deyð henda dagin

 

- 1989: Samuel Beckett (1906-1989). Írskur rithøvundir, ið vann Nobel heiðurslønina fyri bókmentir í 1969

 

- 2014: Joe Cocker (1944-2014). Enskur sangari og tónleikari.