Dagurin í dag: Nýggjársaftan

Í dag er leygardagur 31. desember.

 

Dagurin eitur Sylvester, deyður ár 335. Pávi, sum sigst hava doypt fyrsta kristna keisaran Konstantin Mikla. Sylvester var tann pávin, sum fór undir at byggja Pæturskirkjuna.
Dagurin er nýggjársaftan og verður eisini róptur gamlaárskvøld.
Ein messa skal verða nevnd, sum ikki stendur og heldur ikki hevur staðið í álmanakkanum, of tað er hábarsmessa. Menn vita ikki, hvønn sipað verður til og heldur ikki, nær dagurin hevur verið. Hetta er helst ikki ein kirkjuligur minningardagur, men hann hevur okkurt við seyðabrúk at gera, og eftir eini frágreiðing í bókini Tjóðminni eftir Andriasi Weihe kann verða mett um, nær dagurin hevur verið. Frágreiðingin sigur: Tá ið veðragjólingurin ikki er lopin á hornunum á hábarsmessu, skal hann ikki leypa, tá ið hann er inni.

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum (Axel Tórgarð).

 

Hendingar:

 

1999: Boris Yeltsin fer frá sum forseti Russlands og Vladimir Putin gerst fyribils forseti.

 

2013: Hanus G. Johansen fær fyrstu Listavirðisløn Nólsoyar Páls, ið Klaksvíkar kommuna hevur latið á hvørjum ári síðan.

 

2013: Pál Joensen ársins ítróttarnavn í Føroyum.

 

2015: Loran-C støðin á Eiði verður sløkt fyri seinastu ferð. Tá hevði hon í góð 56 ár sent radiobylgjur til skip og flogfør.

 

Føðingardagar:

 

- Anthony Hopkins (1937). Filmsleikari úr Wales. Møguliga best kendur fyri filmarnar um Hannibal Lecter.

 

- Sir Alex Ferguson (1941) Fyrrverandi fótbóltsvenjari. Hann er best kendur frá tíðini sum venjari hjá enska felagnum Manchester United, ið hann vandi frá 1986-2013.

 

- Alex Salmond (1954). Fyrrverandi skotskur politikari og leiðari fyri nationalista flokkinum SNP. Han fór frá eftir at SNP tapti fólkaatkvøðuna um skotska loysing frá Bretlandi í 2014.