Dagurin eitur Bartalsmessa

24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Navnið merkir sonur Ptolemeusar. Tann 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum varð rópt bartalsmessuvalið.

 

Tað var hendan dagin í 1991, at Mikhail Gorbatjov legði frá sær sum aðalskrivari hjá sovjettiska kommunistaflokkinum og mælti til, at flokkurin varð tikin av. Sama dag lýsti Ukraina seg sum sjálvstøðugt land – leyst av Sovjetsamveldinum.

 

Palestinski leiðarin, Yasser Arafat, varð føddur hendan dagin í 1929 og hevði fylt 84 ár í dag. Hann doyði í 2004.