9. oktober. Dionysius, deyður umleið ár 258. Hann varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har var kirkjan St. Denis bygd. Símun av skarði doyði hendan dagin í 1942.