27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendan dagin í árinum 79 var italski býurin Pompeji jarðlagdur av eldgosinum Vesuv, sum tveir dagar frammanundan varð farið at goysa.
Hendandagin í 1939 fór heimsins fyrsta jetflogfar – týska Heinkel He 178 – á flog fyri fyrstu ferð, og hendan dagin í 1991 lýsti Moldova seg leyst at verða av Sovjetsamveldinum.
Av føðingardøgum kunnu nevnast, at Súsanna Helena Patursson, rithøvundur - og Føroya fyrsti feministur, varð fødd hendan dagin í 1864. Hon doyði í 1916. Eisini Lyndon B. Johnson, fyrrverandi amerikanskur forseti, varð føddur hendan dagin í 1908. Hann doyði í 1973.