Dagurin eitur Guido

12. september. Guido, deyður í 1012. Gudrøkin ungur maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimafturkomin doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu ferðum sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv hansara, og tí varð hann lýstur halgimenni.  Tað skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008«.

 

Um dagin kunnu vit eisini nevna, at í 1974 var Haile Selassie, keisari í Etiopia settur frá við eitt hernaðarkvett.

 

Av føðingardøgum annars kunnu vit nevna:

1932 – Atli P. Dam, sum var løgmaður frá 1970-1981 og frá 1985-1989 og frá 1991-1993, hevði fylt 81 ár í dag. Hann doyði 7. februar í 2005.

 

1941 – Tvíburarnir Gunnar Hoydal, rithøvundur, og Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, fyllar 72 ár í dag.

 

Og hendan dagin í 1977 doyði suðurafrikanski studentaleiðarin og aktivisturin, Steven Biko. Hann varð handtikin 18. august í 1977 og doyði 12. september av skaðum, hann hevði fingið, meðan hann var í varðhaldi hjá suðurafrikansku løgregluni. Løgreglan helt uppá, at hann doyði, tí hann var í hungursverkfalli. Steve Biko var føddur í 1946.