Dagurin eitur Placidus

5. oktober. Placidus, deyður í umleið 550. Tá ið Bænadikt úr Nurcia bygdi kleystrið Monte Cassino, fekk hann jørð at byggja á frá ríkum rómverja, Tertullus at navni. Placidus var sonur henda rómverja og gekk Bænadikti til handa. Kom sjálvur upp í munkaskipanina og eftir boðum Bænadikts bygdi hann eitt kleystur á Sikiloy. Kleystrið varð rænt og lagt í oyði av sjórænarum og Placidus dripin. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Um hendingar, ið knýta seg at hesum degi kunnu vit nevna:

 

1962: Fyrsta singulin hjá The Beatles, Love Me Do, kemur út í Stórabretlandi

 

1966: Trúnarvingurin, Margreta prinsessa, verður trúlova »einum fronskum diplomati« – komandi Heindriki prinsi.

 

Fødd hendan dagin:

1936: Václav Havel, rithøvundur og fyrrverandi forseti í Tjekkoslovakia og fyrsti forseti í Tjekkia.

 

1944: Nils Malmros, danskur filmsleikstjóri og lækni.

 

1951: Bob Geldof, írskur sangari, sangskrivari og politiskur aktivistur.

 

1975: Kate Winslet, enskur sjónleikari.

 

Og hendan dagin í 2011 doyði stovnarin av Apple Inc., Stev Jobs. Hann var føddur í 1955.