24. oktober. Proklus, deyður ár 443. Var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantinopel. Nógvar av prædikum hansara eru varðveittar. Sameindu tjóðirnar samtyktu skipan sína í mai-juni 1945, og henda dag høvdu so nógv lond góðkent skipanina, at hon kom í gildi. Dagurin verður tí hildin sum ST-dagur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)