Nú Dals kirkja hevur fingið nýtt tak og klædning, verður farið ungir at seta kirkjuna í stand innandura.
Kirkjuráðið í Dali hevur arbeitt nøkur ár við at dagføra kirkjuna til 50 ára-dagin í heyst. Uttan hevur kirkjan fingið nýggjan klædning og tak, eins og hon er bjálvað og hevur fingið miðstøðuhita.
Nú er so farið í holt við at seta kirkjuna í stand innandura. Arbeiðið fevnir um innandura klædning, ljósviðurskifti, bríkar og forkirkju. Ætlanin er, at rørslubrekað skulu fáa atgongd bæði til kirkjuna og til tann lítla útbygningin, ið kemur at rúma toiletti.
Kirkjan er góðar 6 m breið og 11,9m long. Á norðursíðuni vestan er forkirkjan, ein útbygningur, sum er 3,8m langur og 3,6m breiður.
Arkitektur er Gudmund S. Hansen og høvuðsarbeiðstakari Bødvar Poulsen, snikkarameistari í Dali. Verkætlanin er mett at kosta 1,3 milliónir. Kirkjuráðið hevur á fleiri fíggjarætlanum sett pening av til hesa stóru umvæling, sum m.a. eisini hevur fingið dyggan stuðul úr kirkjugrunninum.
Dals bygd hoyrir til Húsavíkar sókn, og hagar leita Dalbingar fyribils til guðstænastu, meðan teirra egna kirkja verður umvæld, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.