27 ára gamli framherjin hevur spælt við danska felagnum Glostrup IF, har hann hevur skotið 18 mál í 25 dystum í landskappingini í ár. VB heldur seg tí hava fingið fatur í tí rætta manninum at lyfta felagið uppeftir í landskappingini.
? Hetta er ein roynd at venda tí keðiligu gongdini, sum hevur verið í landskappingini í ár, sigur John Henrik Holm, formaður í VB, sum í løtuni liggur á næstaftasta plássi í stigatalvuni.
VB hevur leingi leitað eftir einum áleypara at styrkja hópin við, men tað hevur so ikki eydnast fyrr enn nú. VB hevur eisini sett ein ungdómsvenjara, sum skal byrja 1. august, og hann nevnist John Christensen, eisini úr Danmark.
John Christensen hevur ferðast kring alt Danmark fyri VB í leitanini eftir einum áleypara og fann so at enda Brian Andreasen.
Stórur áhugi í Danmark
? Tað er stórur áhugi millum danskar spælarar at koma hendavegin at spæla fótbólt, tí arbeiðsloysi millum danskar leikarar er stórt, sigur John Henrik Holm. HB hevur tveir danir í hópinum í ár (Karsten From og Martin Christensen), og í seinnu hálvu av landskappingini í fjør spældi Nocko Jockovic í álopinum hjá HB. Líkt er tí til at alt fleiri danskir leikarar finna vegin til føroysku 1. deild.
VB hevur havt eina stak vánaliga byrjan uppá kappingarárið í ár, fyrsti sigurin kom ikki til høldar fyrr enn í sjeynda umfarinum ímóti botnliðnum Skála. Í teimum sjey dystunum hevur VB misnýtt ikki færri enn trý brotsspørk (ímóti KÍ, HB og Skála), og fleiri ferðir hava vágbingar mist alt á gólvið í teimum síðstu minuttunum.
? Marginalarnir hava ikki verið við okkum í ár, men vónandi kann hesin leikarin betra um álopið hjá okkum, sigur John Henrik Holm at enda.
VB hevur frammanundan fleiri jugoslaviskar leikarar í hópinum, men hví er formaðurin farin til Danmarkar eftir einum nýggjum leikara hesuferð?
? Tað tekur ov langa tíð at fáa ein leikara úr Jugoslavia hendavegin, tí hann skal hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Ein dani kann byrja beinanvegin, og vit hava tørv á einum leikara her og nú, sigur formaðurin.