Danial við nýggjari bók

Viðoyingurin hevur skrivað nýggja skaldsøgu

Bókin hjá Daniali Viðoy verður útgivin av forlagnum Ungu Føroyar, ið Turið Sigurðardóttir rekur

Danial Viðoy útgevur á Bókadøgunum í komandi viku nýggja ungdómsskaldsøgu, sum hevur fingið heitið “Rangstøða. Bókin er framhald av bókini “Tvístøða, sum kom út í fjør.

Nú er høvuðspersónurin Bartal í Keypmannahavn, har hann roynir at finna seg til rættis í forvitnisligu býartilveruni. Møguleikarnir eru nógvir, og freistingarnar stórar. Júst sum gerandisdagurin er byrjaður, rennir Bartal seg í stríð, hann heldur vildi verið fyri uttan.

Danial Viðoy er av Viðareiði, hann býr á Tvøroyri. Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari, men siglir við trolaranum Akraberg. Tá ið hann er heima, er hann vikarur í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er onnur ungdómsskaldsøgan, hann hevur skrivað.

Ungu Føroyar geva bókina út, og tey skipa fyri útgávutiltaki í Norðurlandahúsinum mikudagin.

Bókin hjá Daniali Viðoy verður útgivin av forlagnum Ungu Føroyar, ið Turið Sigurðardóttir rekur