Daniel Rapa, sum seinastu mánaðirnar hevur havt høvuðsábyrgdina av kvinnunum hjá Neistanum, hevur sagt seg úr venjarastarvinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Daniel Rapa hevur ikki verið nøgdur við samstarvið og valdi tí at gevast. Birgir Hansen, sum áður hevur staðið á odda fyri H71, og Solveig Birgersdóttir skulu standa á odda fyri liðnum, tað sum eftir er av kappingarárinum.