Danir atkvøðu um evruna

Tað hevur fingið blandaða móttøku í Danmark, at veljararnir aftur skulu til fólkaatkvøðu um ein ES spurning. Men kortini er tað meiri ella minni avgjørt, at fólkaatkvøða verður í Danmark um evruna tann 28. september

Gongur alt, sum Poul Nyrup Rasmussen ætlar, so verður fólkaatkvøða um evruna, sum danskt gjaldoyra, tann 28. september.

Hesum boðar forsætisráðharrin frá í tíðindaskrivi fyrradagin.

Poul Nyrup Rasmussen leggur í skrivinum dent á, at stjórnin avgjørt er fyri at fara upp í evropeiska pengasamstarvið, men at stjórnin eisini hevur lagt dent á at hetta ikki er gjørt, fyrr enn danir sjálvir hava viðgjørt málið gjølla.

Hann vísir eisini á, at danir gjørt eitt gott arbeiði fyri ein positivan økonomiskan politikk við lágari inflatión, sunnum búskapi og ikki ov høgum arbeiðsloysi.

Eisini greiðir Poul Nyrup frá, at Socialdemokratiski flokkurin fer at hava eyka landsfund júst um evruna í apríl mánað, og at tað har verður endaliga avgjørt, at fólkaatkvøðan í Danmark verður tann 28. september í ár.


Blandaða móttøku

Uppskotið um eina skjóta fólkaatkvøðu um evruna hevur fingið blandaða móttøku í Danmark.

Flokkarnir høgru megin miðjuna, Vinstri og Konservativu eru stak fegnir um, at fólkaatkvøðan verður so skjótt sum yvirhøvur tilber, meðan SF, Eindarlistin og Junirørslan, sum bara er umboðað í Evropaparlamentinum, eru misnøgd við avgerðina.

Vinstri og teir Konservativu siga, at tað hevur avgjørdan týdning fyri danskan búskap at gerast partur av evrusamstarvinum og at hetta ongantíð verður gjørt ov skjótt.

Konservativi Bendt Bendtsen heldur, at eitt hálvt ár er nóg mikið til eitt gjølligt kjak, men hann fær ikki viðhald frá øllum.

SF, Eindarlistin og Junirørslan halda, at tað er at spæla høgt spæl við veljarunum, at kroysta eina fólkaatkvøðu niður yvir teir nú, men teir taka stríðið sum tað kemur.

Jens Peter Bonde, úr Junirørsluni, er í øðini um at fólkaatkvøðan verður í september. Hann sigur, at tað er óseriøst tí tað ber ikki til at fáa eitt fullbúgvið kjak um eitt so álvarsligt mál upp á bara seks mánaðir. Valgranskarin Ole Tonsgaard er samdur við tí, sum Jens Peter Bonde sigur. Hann heldur, at Nyrup í øllum førum átti at bíða eftir kanningini, sum fýra óheftir búskaparfrøðingar gera av BMS (ØMU) - skipanini.

Eygleiðarar í Danmark siga, at danski forsætisráðharri við fólkaatkvøðuni tryggjar sær politiskan frið í eina tíð. Hetta málið fer at taka so nógva tíð og fer at krevja gott tvørpolitiskt samstarv, at hann fær arbeiðsfrið.

Samstundis tryggjar hann sær, at evrufólkaatkvøðan ikki fellur saman við stjórnarfuldin hjá ES, sum verður í desember mánað.


Føroyingar atkvøða ikki

Í sambandi við fólkaatkvøðuna hevur Kristian Thulesen Dahl, úr Danska Fólkaflokkinum sagt, at føroyingar og grønlendingar eisini eiga at vera spurdir við fólkaatkvøðuna.

Hann ger í blaðsamrøðu greitt, at føroyingar og grønlendingar við einum donskum ja, verða tvungnir til at brúka evruna, sum gjaldoyra og tí eiga teir eisini at vera spurdir.

? Men tað verður av ongum, sigur Høgni Hoydal. Føroyingar skulu ikki atkvøða um evruna, tí vit eru ikki limir í ES: Vit hava eitt nú í uppritinum staðfest, at vit skulu knýta okkara pengaskipan at tí donsku, tí hon er støðug og fara danir upp í evrusamstarvið, so eiga vit at leggja okkum upp at tí. Men vit fara ikki upp í og tí skulu vit heldur ikki atkvøða um málið.