Fram, ið spælir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum ber í dag gleðilig tíðindi til sínar fjepparar.
Tey hava verið sera væl nøgd við føroyska vinstra bakkin, Dánjal Ragnarsson, ið hevur roynst teimum góður í farna kappingarári.
Fram og Dánjal hava longt sáttmálan við trimum árum fram til summarið 2029.
Umframt góðu leikligu dygdirnar undirstrika tey í Fram, at Dánjal er sera stinnur í íslendskum.
Einar Jónsson, venjari hjá Fram sigur við heimasíðu felagsins, at hann er ivaleysur í, at Dánjal kann gerast ein enn betri leikari.
##med2##












