Dánjal og liðfelagarnir í ÍBV vunnu stórsteypið

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV fingu góða byrjan upp á kappingarárið í Íslandi

Mynd: ÍBV

Í kvøld var íslendski stórsteypadysturin í hondbólti hjá monnum. Í Íslandi verður dysturin millum verandi meistararnar og verandi steypavinnararnar nevndur: "Meistari meistaranna". 

 

Dánjal Ragnarsson kann nú nevna seg íslendskan stórsteypavinnara, ella meistara meistaranna um hann vil.

 

Dánjal og liðfelagarnir í meistaraliðnum, ÍBV vunnu úti á Heimey í kvøld stórsteypadystin 30-25 á Afturelding. Í steðginum var ÍBV á odda 16-12.

 

Tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum var ÍBV bert á odda 24-23, men seinastu løtuna drógu teir aftur frá Afturelding.

 

Dánjal skoraði tvey mál fyri ÍBV. 

 

ÍBV spælir fyrsta dystin í bestu íslendsku deildini leygardagin 9. september. Tá spæla Dánjal og liðfelagarnir móti Stjörnuni á útivølli. 

 

 

 

 

 

Mynd: ÍBV