Danmark livir í vónini

Tað eydnaðist Danmark at vinna dystin móti Hvítarusslandi í kvøld í U21 EM kappingini, sum í hesum døgum verður spælt í Danmark.

Tað sá annars ikki gott út, tá Dmitri Baga við góðum máli legði Hvítarussland á odda eftir 20 minuttum, men bert tveir minuttir seinni fekk Danmark brotsspark, dømt tá Nicolai Jørgensen varð feldur.

Christian Eriksen setti í tveimum royndum bóltin í málið til 1-1.

So mátti Danmark heilt fram til 19 minuttir undan tíð, tá tað eydnaðist sama Nicolai Jørgensen at seta eitt gott mál í netið, so Danmark vann dystin 2-1.

Vertstjóðin tapti eitt sindur óvæntað fyrsta dystin móti Sveits 1-0, og tá Sveits fyrr í kvøld vann á Íslandi, eru teir nærum vísir í at koma víðari, meðan Ísland er mest sum víst í at vera úti.

Danmark skal nú møta Íslandi í seinasta dystinum í bólkaspælinum, og má vinna fyri at koma víðari.