10. juni klokkan 16 verður lutakastið avgreitt til bólkarnar í HM-endaspælinum, ið verður leikt í Týsklandi, dagarnar 13. til 31. januar komandi ár. Lutakastið verður í München.
Fyrireikararnir hava longu - landafrøðiliga - plasserað í hvørjum vertsbýi átta evropeisk landslið skulu spæla sínar innleiðandi bólkadystir.
Danmark og Svøríki koma bæði at spæla sínar innleiðandi dystir í Kiel. Frá danska markinum er tað bert ein tími og 20 minuttir at koyra til Kiel. So tað hevði verið praktiskt hjá føroyska landsliðnum, og ikki minst føroysku fjepparunum um vit enda í bólki E ella G:
Bólkur A í München: Týskland
Bólkur B í Stuttgart: Italia
Bólkur C í München: Kroatia
Bólkur D í Stuttgart: Frakland
Bólkur E í Kiel: Svøríki
Bólkur F í Magdeburg: Portugal
Bólkur G í Kiel: Danmark
Bólkur H í Magdeburg: Ísland
Styrkisbólkarnir til HM-lutakastið eru hesir:
Styrkisbólkur 1: Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina.
Styrkisbólkur 2: Frakland, Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Italia, FØROYAR, Norðurmakedonia.
Styrkisbólkur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Barein, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Kili, USA.
Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard 1, Wildcard 2.










