Danmark vann EM

Fyri áttandu ferð á rað er Danmark Europa-meistari í badminton fyri lið. Tað stóð tó nógv á í finaluni móti Onglandi, sum var á odda 2-0 eftir teir báðar fyrstu dystirnar. Tað eydnaðist to Tine Rasmussen (myndin) at vinna kvinnu-singluna. Carsten Mogensen og Mathias Boe vunnu harra-doubluna, og loksins vunnu Kamilla Rytter Jul og Maria Røpke eisini kvinnudoubluna, soleiðis at Danmark vann dystin 3-2.