Sum vant tey nógvu seinnu árini, dansaðu nólsoyingar jólini inn í kvøld.
Tað var gamalt, at jólaaftan var jólatræ í skúlanum, og tá møttu øll, sum orkaðu at ganga.
Men so hildu lærararnir, at jólaaftan átti at vera ein dagur, har øll skuldu halda frið og einki annað gera, enn at eta jólaaftansgás ella dunnu ella ræst kjøt, hvat nú hóskaði best.
Men hetta hóvaði ikki øllum, og tí tók bygdarfelagið upp táttin at dansa jólatræ jólaaftan, og tað hongur við enn.
So aftur í ár varð hildið fast við traditiónina, og dansað var um jólatræ í kvøld. Børnini dámað slíkt sera væl, og tey eldru somuleiðis, tí tað mundu vera líka nógv vaksin sum børn til jólatræið í kvøld.
Og sum altíð, vóru jólamenninir eisini til staðar, og býttu út av jåolapakkum til bæði børn og vaksin.