Dansi-og skeinkiloyvi í Runavíkar kommunu

Ragnar Olsen, býráðslimur, var ímóti, at býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, slapp at atkvøða í málinum um dansi-og skeinkiloyvi. Men tað vóru hinir býráðslimirnir í Runavíkar kommunu ikki

Dansur og skeinking

Ikki sørt av kjaki hevur verið í bløðunum um, at ein meiriluti av býráðslimunum í Runavíkar kommunu gingu ímóti umsóknini hjá Kenneth Rasmussen um dansi-og skeinkiloyvi.
Av teimum níggju býráðslimunum, atkvøddu fýra fyri at geva Kenneth hetta loyvi, meðan fýra vóru ímóti. Ein atkvøða ? atkvøðan hjá Hans Jakku Lamhauge ? var blonk. Tískil fall málið undir atkvøðugreiðsluni á býráðsfundi, 26. februar.
Undan atkvøðugreiðsluni í býráðnum, hevði fíggjarnevndin havt málið til viðgerðar, og eina viku fyri endaligu støðutakanina, hevði fíggjarnevndin eisini fund við umsøkjaran.
Í fíggjarnevndini í Runavíkar býráði sita býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, Ragnar Olsen og Sæunn Hansen.
Við tað, at býráðsformaðurin eigur í bygninginum á Høgabóli, sum Kenneth hevði ætlanir um at leiga til endamálið, metti Rodmundur seg ikki at vera luttøkuføran. Tískil tók varabýráðsformaðurin, Hans Petur Ellingsgaard, sessin hjá Rodmundi í fíggjarnevndini.
Vanliga tekur fíggjarnevndin støðu í ymisku málunum og ger tilmæli til býráðið, men í hesum førinum hevði nevndin tó einki endaligt tilmæli til avgerandi býráðsfundin. Í fyrsta lagi var nevndin ikki samd, og haraftrat varð mett, at býráðslimirnir annars høvdu ymiskar meiningar um málið. Tískil varð hildið rættast, at avgerðin varð tikin á sjálvum fundinum.
Hóast býráðsformaðurin metti seg ikki at vera luttøkuføran undir viðgerðini í fíggjarnevndini, atkvøddi hann á býráðsfundinum, 26. februar, fyri at geva Kenneth Rasmussen prinsipielt dansi-og skeinkiloyvi.
Í samrøðu við onnur bløð hevur Rodmundur Nielsen sagt, at tað var býráðið, sum kravdi, at hann kom inn á fundin at atkvøða í málinum.
Søgan er hon, at býráðið varð biðið um at taka støðu til, um Rodmundur var luttøkuførur ella ikki. Tá ið atkvøtt varð, vóru allir býráðslimirnir fyri ? uttan Ragnar Olsen, sum atkvøddi ímóti.