Dansifelagið Jómsvíkingar

Drekka teir í Jómsborg
Bæði við gleði og gaman
Har skal eingin stíga til borðs
Fyrr enn tríati ára gamal

Hóast ikki hevur verið drukkið í Jómsborg í full 30 ár, og at allir jómsvíkingar er væl eldri enn tey 30 árini, so kunnu Jómsvíkingar um tvey ár hátíðarhalda 30 ára stovningardag.

Arnfinnur Bjarkhamar.:

Drekka teir í Jómsborg
Bæði við gleði og gaman
Har skal eingin stíga til borðs
Fyrr enn tríati ára gamal
 
Hóast ikki hevur verið drukkið í Jómsborg í full 30 ár, og at allir jómsvíkingar er væl eldri enn tey 30 árini,  so kunnu Jómsvíkingar um tvey ár hátíðarhalda 30 ára stovningardag.  Felagið var stovnað, ella rættari sagt endurstovnað 21. des. 1976, og var Andrias Petur Jacobsen, sáli, fyrsti formaður felagsins.
Ein av trúgvu limum felagsins, og sum eisini var formaður í felagnum í mong Harrans ár, Christoffur Joensen, var ár 2000 gjørdur heiðurslimur í  Jómsvíkingum.  Forkvinna í felagnum er Mikala í Trøðini.
Felagið var annars sera virkið síðst í 1950 og fyrst í ?60unum. Men tá komu stóru línubátarnir og ovlítið av fólkið varð heima um veturin, og datt felagið tí niðurfyri. Um 100 limir eru í felagnum, harav  eru  30 limir, sum eru rættiliga virknir.
 
 Á jóansøku í Jómsborg taka vit treystliga í hondina á hvør øðrum og kvøða um hovbingin, sum á sinni drap Brestir í Stóru Dímun, og um sandvíkingin sum høgdi hødvið av Sigmundi Brestisyni, eftir at hesin hevði gjørt tað bragd at svimja um Suðuroyarfjørð. Og ikki mugu vit gloyma Ólav Trygvason, sum ósærdur noyddist at loypa í havið av Orminum.
 
Dansifelagið Jómsvíkingar ber navnið eftir teimum ?røttu? jómsvíkingum, sum á sinni skuldi hjálpa danakonginum Haraldi Bátonn, at fella Hákun jall, sum tá sat á Noregs krúnu. Í minniliga sjóbardaganum í Hjørungavág í Sunnmøre í  986 mátti jómsvíkingar lúta, og vóru teir flestu dripnir.
Áðrenn óeydnisferðina  til Noregs drukku jómsvíkingar bæði úti og inni í Jómsborg. Søgufrøðingar eru ikki  heilt samdur um hvar um leiðir Jómsborg lá, men fornfrøðisligar rannsóknir benda á, at jómsvíkingar hava búleikast við Wollin við Oder-áarmunnan, sum er markið millum Pólland og Týskland.
 
Jómsvíkingar fara at ynskja  øllum eina góða jóansøku, og at Jómsborg og Vágsbygd annars fer at standa víðopin fyri øllum stevnugestum. Lat meg enda við orðinum hjá Mikkjali á Ryggi:                             
                                               Kongar allir í grannalondum
                                               munnu vit norðmenn vinna,
                                               minni fýsir meg jómsvíkingar
                                               í hildarleiki at finna.