Dansikvøld í Hósvík

.

Triðja árið á rað skipar Bygdarfelagið Varðin í Hósvík fyri almenum føroyskum dansi leygarkvøldið kl. 22.

Frá gamlari tíð hevur verið vitjað bygdanna millum um jólini og úteftir at dansa. Hesin siður fór sum so mangir aðrir í søguna, okkurt er kanska at gleðast um, meðan saknur kenst í øðrum. Og dansurin hevur verið saknaður.

Tí tók Bygdarfelagið táttin upp aftur fyrraárið og skipaði fyri almennum føroyskum dansi. Undirtøkan var so góð, at tiltakið varð endurtikið í fjør. Væl omanfyri 200 fólk hava verið við hvørja ferð. Og tá ið slík undirtøka er, verður hildið fram.


Dansur er gleði

Dansur og spæl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so verið, kvøður Jóan Petur uppi í Trøð. Og tað er so satt, sum tað er sagt. Jógvan Skýlindal tekur í Bíbliuhondbókini tl, at ísraelskvinnur dansaðu av gleði, tá ið fólkið varð sloppið um Havið Deyða. Og Dávið dansaði av gleði fyri ásjón Harrans. Komnir av vunnum bardaga varð eisini dansaður gleðisdansur. Og hendi eitthvørt gleðiligt í húsinum, varð dansur.

Og hetta kenna vit eisini frá Jefta vísu, tá ið dóttir hansara kom dansandi móti honum, eftir at hann hevði vunnið sigur á amonittum.

Okkara dansur, ið kann førast langt aftur í miðøld, hevur hildið lív í søguni og málinum og borið tey munn av munni fram at okkara døgum. Hann hevur eisini átt lív í okkum í mongum vási. Grindanætur og aðrar vøkunætur, mangan langar og strangar, vórðu styttar við dansi til tess at standa ímóti kulda. Og menn tóku saman í ring á kirkjuferðum fyri at orna, loysa liðir og mýkja vøddar fyri at verða tess betur fyri til heimagonguna.


Øll vælkomin

Á jú, sanniliga hevur dansurin verið okkum at gagni, og hevur eisini stytt okkum manga løtuna.

Tað er vón Varðans, at nógv fólk kemur til bygdar at dansa, og øll eru vælkomin.

Dansað verður í Bygdarhúsinum leygarkvøldið. Dansurin byrjar kl. 22, og dansað verður út á náttina.

Kostnaðurin er 50 krónur fyri hvønn, og tá er ein biti til matna íroknaður.