Danska súkklustjørnan viðgekk dopingmisnýtslu

Fyrimyndin hjá so nógvum súkklarum var í veruleikanum eingin fyrimynd. Bjarne Riis var nevniliga fyltur av doping, tá ið hann í sínum gyltu árum vann seg fram til nógvar stórar sigrar

Súkkling

 

Fríggjadagin kl.15.30 kallaði Bjarne Riis til tíðindafund í heimbýi sínum, Herning. Luttøkan á fundinum var ovurstór, og fjølmiðlafólkini fingu tað, ið tey komu eftir. Nevniliga eina viðurkenning.

 

Viðgekk dopingmisnýtslu

Tíðindafundurin byrjaði við at talsmaðurin hjá honum greiddi uppmøttu tíðindafólkunum frá mannagongdini, og síðan fekk høvuðspersónurin orðið. Frágreiðingin var ikki komin langt, tá ið hann viðgekk dopingina. Hann var týðiliga rørdur, og tárini vóru um at trilla niður eftir kjálkanum.

- Eg eri her í dag fyri at fáa sannleikan fram, samstundis við at fáa lagt tað býtta aftur um bak. Hetta hevur ikki verið torført. Eg havi tikið doping, og eg havi tikið EPO, ljóðaði tað frá Bjarne Riis, sum í dag er eigari og venjari hjá heimsins besta súkkluliði, Team CSC.

Bjarne var sum vera man keddur um svikið, ið hann hevur skuffað allan súkkluheimin við.

- Eg havi logið fyri øllum, eisini mær sjálvum. Eg vil hervið siga orsaka, men eg kann hinvegin frøast yvir, at tey, ið kenna meg, framvegis hava álit á mær. Eins og øll onnur, havi eg gjørt mistøk í lívi mínum. Hetta var mítt val og mítt mistak, helt Bjarne Riis fram.

 

Basso setti hol á

Viðurkenningin kom ikki púrt av ongum. Fyri trimum vikum síðan traðkaði italska súkklustjørnan, Ivan Basso, fram, og viðgekk sína skuld í dopingmisnýtsluni. Roknað varð við, at hetta var byrjanin til fleiri viðurkenningar - og soleiðis bleiv.

Týska Team Telecom tykist at vera fyrsta liðið, sum av álvara traðkar fram, og leggur sonnu kortini ár borðið. Júst hjá Team Telecom var Bjarne Riis súkklari hjá gjøgnum 90’ini. Undan viðurkenningini hjá Riis fríggjadagin, høvdu longu fimm súkklarar á Team Telecom viðgingið dopingmisnýtsluna. Teir vóru Rolf Aldag, Udo Bölts, Christian Henn, Brian Holm og Erik Zabel. Tískil kom tað ikki heilt óvæntað á, at Bjarne Riis fríggjadagin mátti skuffa súkkluheimin við beiska sannleikanum.

Nú verður sett stórt spurnartekin við, um tann stóri Lance Armstrong eisini hevur verið dopaður. Hann hevur ikki heilt óundrunarvert vunnið heimsins størstu súkklukapping, Tour de France, heili fimm ár á rað.

 

Fær ikki heiðurin frátiknan

Bjarne Riis vann í 1996 Tour de France. Tá var doping eftir øllum at døma ein partur av súkklingini, og tí var einki løgið í, at Bjarne eisini var dopaður. Revsingin fyri doping er sum vera man hørð, men í hesum førum er ikki lógligt at revsa hann.

Fremsti súkklarin í súkklukappingini súkklaði í eyðkendu gulu føraratroyggjuni, sum Bjarne eftir súkklukappingina vann til ognar. Ein troyggja, ið einki hevur at siga fyri hann longur.

- Eg eri errin av heiðrinum, sum eg bardist hart fyri. Eg var tó ikki ein rættur vinnari. Troyggjan liggur heima í bilhúsinum, og dopingvaldið er vælkomið eftir henni. Hon hevur ongan týdning fyri meg longur, segði Bjarne Riis at enda.

Heiðurin verður tó ikki tikin frá honum, av tí at tað eru heili 11 ár síðan hann vann heiðurin. Eftir átta ár sum eigari av gulu troyggjuni, hevur eingin myndugleiki rætt at taka hana frá honum.

 

Gevst ikki so

Bjarne Riis hevur framvegis eitt súkklufelag og súkklulið at standa fyri, og hetta ætlar hann at halda fram vð.

- Um nakar vil hava meg at gevast, so kann eg gera tað. Men eg haldi fast við, at súkkluheimurin hevur tørv á einum sum mær, sigur Bjarne Riis, sum framvegis má sigast at vera millum hægst virdu monnunum í súkkluheiminum. Frambrótandi úrslitini skuldu ikki spátt iva um stóru evni hansara.