Danska stjórnin er sek ? ið hvussu so er moralskt

Per Stig Møller heldur at danska stjórnin skal gjalda føroyingum fyri órættvísa viðferð, men vil ikki seta krónutal ella politiskt virði á, hvussu nógv tað skal kosta donsku stjórnini

Dagny Joensen


- Fólkatingið hevur ikki tikið støðu til, um Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, skal fyri ríkisrættin, fyri sín leiklut í bankamálinum. Hetta er enn ikki viðgjørt í Fólkatinginum, men andstøðan arbeiðir við málinum.

- Vit hava bert viðgjørt kanningarháttin hjá nevndini, sum skuldi kortleggja hendingarnar, tá partabrævaumbýtið fór fram.

- So er tað upp til partarnar í málinum, hvørjar avleiðingar kanningin skal fáa.

Tað sigur Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum.


Ikki støðu til leiklutin hjá Den Danske Bank

Hann leggur dent á, at Fólkatingið ikki telur støðu til Den Danska Bank, men bert til, um partabrævaumbýtið fór fram, sambært galdandi lógir og reglur fyri slíkan handil.

- Tað, at Fíggjareftirlitið ikki kannar bankarnar, eftir áheitan frá fíggjarmálaráðharranum, er ikki eftir lógini. Okkara uppgáva í Fólkatinginum er at kanna hesi viðurskiftini nærri. Eisini tað, at ein loynilig avtala við tjóðbankan fyriliggur, er ókent fyri okkum í Fólkatinginum. Um ein munnliga avtala er gjørd, er tað ólógligt, sigur Per Stig Møller.

Hann heldur, at tað er ein trupulleiki fyri fólkastýrið, um ein ráðharri ger slíkt.

- Vit leggja okkum ikki út í fíggjarligu viðurskiftini í hesum máli, men vilja bert tryggja okkum, at galdandi lógir og reglur eru hildnar.


Spurningur um at halda lógir og reglur

- Nú hevur andstøðan í Fólkatinginum alla tíðina tosað um at hjálpa føroyingum. Hevði tað ikki verið rættast, at føroyingar komu fyrst við síni niðurstøðu?

- Nei, tað haldi eg ikki. Um tað vísir seg, at nakað óregluligt er farið fram, so kunnu vit ikki bíða. Um málið t.d. dregur út í Føroyum og eingin avgerð verður tikin fyrr enn um hálvt ár, so kunnu vit lastast fyri einki at hava gjørt við málið.

- Málið órógvar føroyingar eins nógv um hálvt ár, og í dag, sigur Per Stig Møller.

Samráðingar heldur enn fjølmiðlaróp

- Um tú vart í sessinum hjá Nyrup Rasmussen í dag, hvat hevði tú gjørt?

- Eg hevði skjótast gjørligt - eftir at kanningin var komin fram - tikið upp samráðingar við løgmann, tí stjórnin hevur fyri neyðini at greiða føroyingum frá sínum leikluti, og hvussu vit koma okkum víðari. Eitt nú hevði eg gjørt eina plan - og ikki sum nú - ?rópt? upp í fjølmiðlunum. Eitt skilagott prát við Edmund Joensen hevði avgjørt verið neyðugt, sigur formaðurin.

- Nú vita vit ikki, um forsætisráðharrin og løgmaður hava tosað saman?

- Nei, rætt er tað, men av tí at einki er komið fram í fjølmiðlunum, so er ikki sannlíkt, at teir hava tosað saman, sigur ein speiligur Per Stig Møller.


Schlütherstjórnin

er ósek í málinum

- Hevur Konservativi flokkurin als onga ábyrgd av bankamálinum. Tað byrjaði hóast alt í stjórnartíðini hjá Schlüther?

- Nei, tað hava vit ikki. Schlüther gjørdi vart við tað beinanvegin. Hvat fór fram seinni, er álvarsamt. Eitt nú at eingin kanning varð gjørt av virðunum í bankanum, áðrenn partabrævaumbýtið fór fram, er heilt ófatiligt. Hetta hevði verið gjørt í øllum øðrum førum, sigur Per Stig Møller.


Moralskur kostnaður og politiskt virði

Hvørjar avleiðingar bankakanningin fer at fáa, veit formaðurin í Konservativa flokkinum ikki, og hann tekur ikki støðu mótvegis Den Danska Bank, men bert fyri tí, sum danska stjórnin hevur gjørt og ikki.

- Eg eri sannførdur um, at danska stjórnin má løna føroyingum fyri órættvísa viðferð. Hon hevur trýst føroyingar at fremja partabrævaumbýtið.

- Moralskt er stjórnin ið hvussu so er sek, sigur Per Stig Møller, sum ikki vil seta krónutal ella politiskt virði á, hvussu nógv hetta skal kosta donsku stjórnini.