Danskarar rinda fyri at føroyingar verða koppsettir fyri koronu

Danska stjórnin hevur víst okkum tað beinasemið, sigur løgmaður

Tað er danski statskassin, sum rindar fyri, at føroyingar verða koppsettir fyri Koronu. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindinum á FM1 nú á miðdegi.

Hann segði, at danska stjórnin hevur víst føroyingum tað beinasemi at teir rinda fyri koppingarevnið, sum verður sent til Føroya, men so syrgja vit í Føroyum sjálvi fyri at fólk verða koppsett og rinda fólkinum í heilsuverkinum løn fyri tað.

Men hann heldr, at tað týdningarmikla er, at vit nú verða koppsett, so at vit aftur kunnu fáa eina tilvøru, sum er nøkunlunda vanlig, sigur løgmaður.

– Eg gleði meg til at vit aftur kunnu fáa eitt vanligt lív, so at vit kunnu klemma okkara kæru. Tað leingjast vit øll eftir, segði Bárður á Steig Nielsen við FM1.

Vit hava áður skrivað, at kann kosta einar sjey milliónir at koppseta føroyringar: Les meiri um tað her: So nógv kosta tær ymsu vaksinurnar.