Danske Spil: Sissal klárt nummar eitt í Melodi Grand Prix

Sissal er næststørsti grand prix favoritturin hjá veddingarfyritøkum í 13 ár. Tað er bert Sissal sjálv, sum hevur verið størri favorittur

##med2##

 

Í fjør var Sissal størsti Melodi Grand Prix favoritturin hjá veddingarfyritøkunum í 12 ár. Í ár er hon næstan líka stórur favorittur

 

Við oddsinum 1,8 er føroyska songkvinnan Sissal favoritturin hjá Danske Spil at vinna ársins danska Melodi Grand Prix, sum verður í Arena Nord í Frederikshavn í kvøld.

 

Sissal vann eisini kappingina í fjør við lagnum ”Hallucination”, størsti favorittur hjá veddingarfyritøkunum síðani 2013, tá Emmelie de Forest sang seg upp á toppin við ”Only Teardrops”, sum eisini vann altjóða Melodi Grand Prix hetta árið.

 

Meðan Sissal var stórfavorittur í fjør, so er hon favorittur í ár - tann næststørsti í 13 ár, bert yvirhálað av sær sjálvari - tí fjarstøðan til nummar tvey er minni í ár enn í fjør, er metingin hjá oddsmeistaranum hjá Danske Spil, Peter Emmike Rasmussen.

 

Hoyrið samrøðu við Peter Emmike Rasmussen frá Danske Spil við at trýsta á trýkantin undir myndini.