Tað skrivar danska Radio4.
Mótstøðan móti ætlanunum hjá donsku stjórnini um at loyva virknari deyðshjálp í einum ella øðrum formi er vaksin nógv í summarfrítíðini.
Og nú hevur ein av tungvektarunum innan heilsu í Danmark, fyrrverandi stjórin í danska heilsustýrinum Søren Brostrøm, eisini melda seg til.
– Munnu vit í danska heilsuverkinum vilja, at læknin hevur eitt nýtt amboð í amboðskassanum, sum eitur avlíving? Vit kunnu eins væl kalla tað soleiðis, tí tað er tað, tú gert, sigur Søren Brostrøm, sum í dag er leiðandi ráðgevi hjá aðalstjóranum hjá WHO.
Hann hevur meldað seg til netverkið »Nej til Statsassisteret Selvmord«, sum varð stovnað eftir at stjórnin fór at spæla við tankan um at innføra virkna deyðshjálp í Danmark.
Síðani summarfrítíðina er limatalið í netverkinum trífaldað, og nú eru tey 53 fólk, sum øll hava tað til felags, at tey á ein ella annan hátt hava fakligar royndir við deyða og álvarsligari sjúku.
– Eg gjørdist lækni fyri at bjarga lívum, fyri at ansa og fyri at linna, og ikki fyri at taka lívið av fólki. Tað, haldi eg, er ósambæriligt við læknapraksis, sigur Søren Brostrøm
Orðaskiftið, sum er í Danmark í dag, byrjaði við, at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á Fólkafundinum í 2023 segði, at hon persónliga er fyri virknari deyðshjálp.
Danska stjórnin hevur síðani sett eina nevnd - Nevndina fyri virðiligari deyða - at kanna, hvussu eitt fyrimynd fyri virknari deyðshjálp kundi sæð út í Danmark.
Tað arbeiðið heldur fram til árslok í ár, men ein røð av fyribils sjónarmiðum vórðu løgd fram á Fólkafundinum í summar.
Fýra modell eru umrødd í nevndini, sum í ymiskan mun fara at víðka um møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark, og metir Søren Brostrøm ikki, at nøkur av teimum eru gjørlig.
Hann vísir eisini á vandamiklu sannroyndina, at tveir av limunum, sum hava verið kritiskir mótvegis virknari deyðshjálp, hava sæð seg noyddar at fara úr nevndini.
– Eg eri sera bangin fyri signalinum, sum vit vildu sent fólki við álvarsligum breki, fólki viknað av aldri ella fólki við álvarsligari sjúku. Eru tey óynskt og bara til stríð, tí vit ikki vilja geva teimum palliativa røkt, sum er meira stríggin? Eg eri bangin fyri glíðibreytini, sum liggur í virknari deyðshjálp, sigur hann.